Soleiðis er stílurin

Páll Mohr Joensen helt ikki, at tað nervaði HB í gjár, at 07 Vestur slapp at skora tríggjar ferðir, so leingi HB megnaði at gera tað fýra ferðir:

– Vit skora so øgiliga nógv fleiri mál, enn vit fáa ímóti okkum, tí vit hava eina góða offensiva verju, segði hann.

– At vit so fáa fleiri mál ímóti okkum, hoyrir bara til spælistílin hjá okkum. Vit vilja nógv heldur vinna 4-3 enn 1-0.