Soleiðis er nýggja Dimma

Ein góð forsíða selur bløð, men ikki altíð sannleikar.

Dimmarlætting hevur skjótt met í at bera óalítandi festivaltíðindi.

Um ætlanin við aktuellu søgunum er at lokka fólk á festival ella at ræða fólk burtur frá tiltøkunum kann gløggi lesarin meta um.

Úr rúgvuni kann nevnast Carola á G!, Prodigy á G!, Alt ov fáir vaktir á Summarfestivalinum og

Eingin trygdarætlan á Summarfestivalinum.

Men nú er blaðstjórin sjálvur farin at undirgrava feitu yvirskiftirnar í blaðnum. Mánadagin 6. august stóð á forsíðuni á Dimmalætting, at 10.000 rokkaðu við Scorpions. Tríggjar vikur seinni sigur Árni Gregersen við Portalin, at tað ber ikki til at fyriskipa einum tiltaki fyri 12.000 fólk, uttan trygdin er í lagi?!

Trygdin skal verða í lagi, óansæð hvat tiltak talan er um, og hvussu nógv menniskju eru tilstaðar.

Og vit skulu eisini kenna okkum trygg við blaðskrivingina í nýggju Dimmu!

At vit komu okkara festivalgestum í vandastøðu, tiltikna leygardagin í august, er harmuligt og eisini nívandi fyri Summarfestivalin. Ein góður uggi er, at vit í illveðrinum tóku nakrar rættar avgerðir og sluppu undan fólkaskaða. Tey flestu mundu fáa dyggan skelk hendan dagin, og illa var, um Summarfestivalurin ikki lærdi av hendingini og tók ávaringina í størsta álvara við sær í framtíðina.

Summarfestivalurin hevur frá fyrstan tíð havt eitt gott samstarv við allar avvarðandi myndugleikar í Norðoyggjum.

Øll okkara tilbúgving er í neyvum samskifti við løgregluna, bæði í praksis og á pappírinum.

Í einari undantaksstøðu sleppur styrkin frá einum óræddum og royndum bjargingarliði, meira enn nakar manualur, at standa sína roynd. Møguliga varð tann ringasta vanlukkan av somu orsøk fyribyrgd?!

At okkara trygdarætlan byggir á ta samlaða orkuna í býnum, átti ikki at undrað nakran. Í Klaksvík er trygdarmiðstøð, bjargingarlið, sløkkiliðsmenn, politistøð og sjúkrahús. Í miðbýnum eru stórir bygningar og útgerð, sum skapa eyka tryggleika og styrki. Um festivalurin varð hildin í Svínoy ella á Viðareiði, langt frá allari almennari tilbúgving, so vildi støðan verið væl torførari og í nógvum førum meira hættisligt.

Tað er gott, at Dimmalætting varpar ljós á trygdina, har stór tiltøk skulu haldast. Vit hava lært av hendingini og vóna, at fleiri við okkum hava tað sama.

Takk fyri upptøkuna. Og hjartans takk fyri dygga hjálp tá harðast leikaði á.