32 lond eru klár til HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Russlandi komandi summar.
1. desember verður lutakast til teir átta innleiðandi HM-bólkarnar, og longu nú er greitt hvør styrkismetingin verður.
Norðurlondini, Ísland, Svøríki og Danmark eru øll í triðja bólki, og fara tí ikki at møtast í bólkaspælinum. Nakað sum gleðir mong norðurlendsk hjørtu.
Styrkismetingin hjá FIFA til teir átta innleiðandi HM-bólkarnar er hendan:
Styrkisbólkur 1: Russland, Týskland, Brasil, Portugal, Argentina, Belgia, Pólland, Frakland.
Styrkisbólkur 2: Spania, Sveis, Ongland, Kolumbia, Meksiko, Uruguay, Kroatia, Peru.
Styrkisbólkur 3: Ísland, Kosta Rika, Svøríki, Tunesia, Egyptaland, Senegal, Iran, Danmark.
Styrkisbólkur 4: Nigeria, Japan, Marokko, Panama, Suðurkorea, Saudi-Arabia, Avstralia, Serbia.









