Soleiðis er ein túrur í vatnbreytini

Nýggja vatnbreytin í svimjihøllini í Gundadali verður tikin í nýtslu seinnapartin

Seinnapartin verður nýggja vatnbreytin í svimjihøllini í Gundadali tikin í nýtslu.

 

Nýggja vatnbreytin er 72 metrar long og tað tekur eini 10 til 12 sekund at koyra túrin við fullari ferð. Tað serliga við hesi breytini, er at tann, ið ekur, kann velja ljós og ljóð til túrin. Partar av breytini eru síðani í ymiskum liti á leið tíni gjøgnum breytina.

 

Svimjihøllin hevur lagt eitt filmsbrot á Facebook-vanga sín, sum lýsir, hvussu ein túrur við breytini er. Trýst á pílin omanfyri fyri at síggja filmsbrotið ella vitja Facebook-vangan hjá svimjihøllini í Gundadali.

 

Tað er Teitur E. Fossaberg, ið hevur gjørt filmin fyri svimjihøllina.