Tað er neyðugt er fáa eina skipan, har allar álvarsligar ferðsluvanlukkur verða kannaðar út í æsir. Tað endurtekur Ráðið Fyri Ferðslutrygd enn eina ferð. Tey vísa eisini á, tað er fremsta tilmælið í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar, at vit fáa eina skipaða kanning, hvørja ferð, ein álvarslig ferðsluvanlukka hendur.
Hetta er ein gamal travari, tí ein skaðanevnd til ferðsluvanlukkur hevur verið eitt tað fremsta ynskið í nógv ár, men tað hava politikararnir ikki tikið til eftirtektar.
Fyri at fáa fulla greiðu á, hvørjir trupulleikarnir eru við ferðslutrygdini í Føroyum, og hvussu vit best kunnu fyribyrgja, at álvarsligar ferðsluvanlukkur henda, er tað neyðugt, at tær vanlukkur, sum henda, verða kannaðar út í æsir, halda tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
– Tí eigur ein skaðanevnd verða sett, sum kann gera tær neyðugu kanningarnar, og sum eisini fær sær tann neyðuga serkunnleikan á ymsum økjum at gera tað kanningararbeiðið, ið skal til fyri at kunna gera eina frágreiðing fyri hvørt einstakt álvarsligt ferðsluóhapp.
https://www.in.fo/forsida/Les eisini her: Fyri aðru ferð í 50 ár er eingin deyður
Tey vísa á, at av tí at tað henda so fá ferðsluóhapp í Føroyum, er tað ringt at gera sær nakrar metingar um hvørja einstaka vanlukku og hvat skal til fyri fyribyrgja, at tær henda og tí er avgerandin at vit fáa eina skaðanevnd.
Tey vísa á, at fleiri hava stúrt fyri, at korona fór at fáa avleiðingar fyri ferðslutrygdina, men enn hava vit ikki hagtølini fyri í fjør og sostatt er tað ikki greitt um fleiri óhapp eru hent, har rúsdrekka er uppi í, fyri at taka eitt dømi.
– Tað er hugsandi, at av tí at nógv arbeiddu heima, koyrdu vit nógv færri kilometrar í fjør enn vanligt. Men hinvegin kundu bilførarar koyra skjótari, tí færri bilar vóru á vegunum - og politiið tók eisini nógvar bilførarar, ið koyrdu alt, alt ov skjótt, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Men tey siga, at í Noregi eru ábendingar um, at korona hevur havt sína ávirkan á ferðsluna. Har var talið á ferðsluvanlukkum, sum hava kravt mannalív, metlágt í fjør.
– Í Noregi doyðu 95 fólk í ferðsluni í fjør og tað eru heili 13 fólk færri enn í 2019. Og tað er samstundis fyrstu ferð síðani 1947, at talið er lægri enn 100. Noreg er annars tað landið, sum hevur havt nógv best úrslit á ferðslutrygdarøkinum tey seinnu árini, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.