Soleiðis er at vera Messi á vøllinum

Nú verður skjótt møguligt at síggja teir stóru fótbóltsdystirnar í sjónvarpinum frá júst tí kameravinklinum, tú sjálvur velur. Tað stendur at lesa á lng.dk. Ætlanin er er hyggjarin skal kunna fylgja við í dystum frá sama sjónarhorni sum eitt nú Lionel Messi, meðan hann fer framvið trimum verjuleikarum, ella at síggja dystin út frá sama sjónarhorni sum dómarin.

 

Henda serliga tøknin verður gjørd í ES-verkætlanini Free Viewpoint Immersive Networked Experience (FINE). Fyritøkur og universitet úr londum sum Spania, Svøríki, Týsklandi og Belgia eru við í verkætlanini.

 

Endamálið við verkætlanini er at gera ein end-to-end-arkitektur, sum kann geva fjølmiðlunum ein heilt nýggjan møguleika, sum skal gera tað gjørligt hjá hyggjarunum at seta eitt kamera á til dømis tað staðið á vøllinum, har bólturin er, ella har tveir leikarar skeldast. Ætlanin er, at hyggjararnir á henda hátt í størri mun skulu kenna tað, sum um teir sjálvir eru til staðar á vøllinum.

 

Sum royndarcase hevur verkætlanin valt at fokusera á fótbóltsdystir, har mann longu í dag nýtir nógv upptøkutól. Við at samantvinna myndirnar frá hesum upptøkutólunum við eini skipan, sum allatíð hevur eyga við spælarunum og plaseringina hjá bóltinum á vøllinum, ber til at gera nýggjar myndir, soleiðis at dysturin kann síggjast frá eini tilvildarligari positión uttan fyri vøllin, ella soleiðis sum ein spælari ella dómarin upplivir dystin.

 

Partarnir, ið eru við í verkætlanini, vænta, at nýggja tøknin eisini fer at kunna nýtast í samband við eitt nú telekonferansur, medisinskar myndir og eisini innan vaktólaverðina.