Soleiðis betalir tú tín skatt

Helmingurin av tí, sum landið fær inn, er sjálvandi gjøgnum inntøkuskattin. Men tað eru nógva aðrastaðni, tú eisini betalur skatt. Tað almenna fíggjar meginpartin av sínum útreiðslum við skatti. Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tær ymsu keldurnar, so sum løn, vinningur, ogn og nýtsla, verða skattaðar.

Skattur er bæði beinleiðis og óbeinleiðis skattur.

Í Føroyum koma 52 prosent av skattunum frá inntøkuskatti á persónar. Hetta er tað sama sum í Danmark, og 12 prosent meira enn í Íslandi, tá roknað verður við miðaltølum fyri seinastu fimm árini.

Danir gjalda tó meira vinnufelagsskatt enn føroyingar ? átta prosent, meðan vit og íslendingar gjalda fimm prosent.

Danir sleppa tó munandi bíligari, tá talan er um kravd sosial tryggingargjøld. Meðan bæði føroyingar og íslendingar gjalda átta prosent, er bert tvey prosent av inntøkunum higani í Danmark.

Í Føroyum er at kalla eingin ognarskattur. Tí stavar bert eitt prosent frá ognarskatti her, meðan tað í Danmark og Íslandi er ávikavist fimm og seks prosent.

Meirvirðisgjald er eisini skattur, og í Føroyum eru 24 prosent av skattainntøkunum frá meirvirðisgjaldi. Í Danmark er talið 20 prosent og í Íslandi 27 prosent. Hetta merkir tó ikki at danir bert gjalda 20 prosent í meirvirðisgjaldi, men at meirvirðisgjaldið er minni partur av heildini har.

Onnur avgjøld, sum føroyingurin má gjalda, standa fyri nýggju prosentum av inntøkunum hjá landinum, meðan sama talið er 12 í Danmark og 25 í Íslandi.