Tað verður stór útskifting á venjarafrontinum hjá teimum yngru landsliðunum hjá FSF í ár.
Øll tey yngru landsliðini á manssíðuni skulu nevniliga hava nýggjan landsliðsvenjara, umframt at okkurt av yngru kvinnuliðunum eisini hevur fingið nýggjan venjara.
Á manssíðuni eru tað teir fýra fótbóltsmennararnir, Øssur Hansen, Thomas Thinggaard, Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze sum býta tey fýra U-landsliðini ímillum sín.
Har skal Øssur Hansen venja U-15 dreingirnar hjá monnum, Thomas Thingaard U-17 dreingirnar, Jógvan Martin Olsen U-19 dreingirnar, meðan Eli Hentze skal taka sær av U-21 landsliðnum hjá monnum.
Á kvinnusíðuni skal Øssur Hansen somuleiðis taka sær av U-15 kvinnunum, Jan M. Laursen skal venja U-17 kvinnurnar, meðan John Petersen skal venja U-19 landsliðið hjá kvinnum.