Soleiðis atkvøður tingfólki

Vit hava ringt til tinglimirnar fyri at fregnast, hvat teir atkvøða í málinum um at taka kynsliga sannføring við inn í sokallaðu rasismuparagrafina.

Alfred Olsen, sambandsflokkurin. Alfred atkvøður ímóti
Alfred fer at atkvøða ímóti, tí hann metir, at næstan eingin happar tey samkyndu. Tí sær hann ikki orsøk til at gera tílíka lóggávu. Tey samkyndu høvdu t.d. stevnu herfyri og høvdu frítt at fara allastaðni.
Harafturat byggir føroyska samfelagið á kristnu hugsjónina,  um at maður og kvinna eru karmur um heimið og fyri børnini. Tílík lóggáva er ikki samanberilig við hesa hugsjón, heldur Alfred.
Alfred heldur, at hetta uppskotið kann føra til, at man ger teimum samkyndu størri mein. Hann sigur, at vit eru ein kristin tjóð og taka tí hond um øll - tað er grundsjónarmiðið, tí er hetta ikki neyðugt. Hann sigur seg ikki fýlast á tey samkyndu og heldur seg ikki happa nakran.
 
  
Anfinn Kallsberg, fólkaflokkurin. Anfinn atkvøður ímóti
Annfinn fer at atkvøða saman við flokkinum. Tey hava saman tikið tí støðuna at atkvøða ímóti uppskotinum. Anfinn heldur slíka lóggávu vera ein óvana. Fólkaflokkurin er ímóti allari happing, men heldur ikki, at man skal lóggeva fyri hvønn bólk í sær.
Annfinn vísir til Jørgen Niclassen, sum er formaður í tingbólkinum, fyri aðrar viðmerkingar.

  
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Bill Justinussen&quot;$?$end$!$Bill Justinussen</st1:PersonName$?$end$!$, miðflokkurin. Bill atkvøður ímóti </STRONG>
Bill atkvøður ímóti uppskotinum, tí hann er ímóti at lata hurðina upp fyri teimum avleiðingum sum henda lóggáva hevur við sær. Tú fert ikki longur at hava loyvi at siga tína meining um henda lívsháttin, og vísir til gongdina í  hinum Norðurlondunum. Hasin bólkurin fer at krevja, at aðrar lógir koma á tingborðið. Tá fer tað ikki at bera til at viðgera málini nóg væl, tí tú hevur eina ákæru hangandi yvir tær, sigur Bill.
Tað at kunna úttala seg og siga sína meining eisini við teimum orðum, sum Bíblian brúkar, er eisini ein mannarættur, ið miðflokkurin ikki vil skerja Her er talan um eina lóggávu, har ein bólkur fær rættindi framum aðrar bólkar, sigur Bill.
Bill sigur, at miðflokkurin fyrst og fremst ikki víðkað  rættindini hjá samkyndum, tí hvat verður tað næsta? Skrásett parlag? Ættleiðing av børnum?  Vit venda okkum ímóti levnaðinum ikki ímóti teimum samkyndu, sigur hann.
 

Gerhard Lognberg, javnaðarflokkurin. Gerhard atkvøður í móti

Gerhard Lognberg sigur, at hann fer øgiliga erliga og av hjarta at trýsta á neiknøttin. Tá hann skal atkvøða. Hann sigur, at um man byrjar við hesið lóggávuni, so verður endin, at man fer víðari. Hann sigur somuleiðis, at um hendan lógin var galdandi, tá hann skrivaði síni lesarabrøv í summar, so hevði hann enda í Skansanum.
Hann heldur, at um man vendur málinum á høvdið, so hótti Amnesty við at skriva rapportir um hann, tá hann í sambandi við, at tey samkyndu høvdu ráðstevnu, gav sína meining til kennar. Tey søgdu, at hann hevði gjørt seg inn á tey samkyndu. Her gjørdu Amnesty seg inn á meg, sigur Gerhard.
Hann heldur ikki hetta snýr seg um mannarættindi. Vit eiga ikki at venda okkum burt frá bíbliuni, tað gera vit alt ov nógv av. Eg vil heldur hava bíbliuna sum rættisnór, sigur Gerhard.

 
Heðin Zachariasen, fólkaflokkurin. Heðin atkvøður ímóti
Heðin atkvøður við fólkaflokkinum ímóti uppskotinum. Hann sigur, at motivatiónin fyrst og fremst er tann, at man ikki skal taka ein bólk og gera serlógir fyri hann. Men Heðin er eisini bangin fyri, at hetta koyrir víðari og endar við gifting av fólki av sama kyni og ættleiðing av børnum.  Hann metir ikki, at hetta er ein nátúrligur lívsháttur, at kvinna livur við kvinnu og maður við manni. Hetta er ein roynd at gera tað ónatúrliga náturligt, sigur Heðin.



Jákup Mikkelsen, fólkaflokkurin. Jákup atkvøður ímóti
Jákup atkvøður við flokkinum og heldur ikki, at tað er rætt at gera eina tílíka lóg fyri ein minnilutabólk, hann er sannførdur um at hetta bara hevur eitt siktið, og tað er at viðurkenna homoseksualitet. Hann heldur ikki at talan er um happing av samkyntum. Tað at hava eina meining um homoseksuellitet er ikki at happa fólk, tað er ikki at gera mannamunm á fólki

 
Jenis av Rana, miðflokkurin. Jenis atkvøður ímóti
Høvuðsgrundgevinign fyri at Jenis atkvøður ímóti hesum er, at Bíblian er greið viðvíkjandi homoseksualiteti, og hann ynskir at fylgja Bíbliuni. Man kann ikki siga við Jesus, at man vil liva við honum, men ikki eftir hansara leiðreglum.
Jenis heldur heldur ikki, at henda lóggávan er til frama fyri tey umleið 400 fólkini, sum kenna seg drigin at fólki av sínum egna kyni. Eini 4-5% av teimum eru aktiv og militant, og man hjálpir ikki teimum nógvu við at lurta eftir teimum militantu. Eini 80-95% av teimum samkyndu ynskja at verða sett í frælsið. Í teimum londunum har man hjálpir teimum, eru tey glað, tá tey verða frelst burturúr tí.

Kári P. Højgaard, sjálvstýrisflokkurin, Kári atkvøður ímóti

Hann heldur, at tað er ein trupulleiki at fara og lóggeva fyri serstakar bólkar á henda hátt, men er ímóti allari happing. Men hann kennir hvørki til happingina, ella til hvat man leggur í kynsliga sannføring.
Hann heldur, at hinir bólkarnir, sum eru nevndir í lógini, skulu skiljast sum generellar viðmerkingar.
Hann heldur, at alt hetta málið er øgiliga keðiligt fyri tey, ið hava eina aðra kynsliga sannføring, tí tey eru sett ovast á breddan á hendan hátta. Eg haldi, at tey skulu sleppa at liva í frið. Eg vil ikki gera tílíkt, at eyðmerkja tey sum ein serstakan bólk og kasta ljós á tey.



Marjus Dam, sambandsflokkurin. Marius atkvøður ímóti
Marjus Dam ætlar at atkvøða ímóti uppskotinum. Marius heldur ikki, at nakar skal diskriminerast. Men sigur, at tey longu eru vard av lógini. Hann sigur, at hendan typan hevur altíð verið í okkara samfelag, og hann dugir ikki at síggja, at tað er neyðugt at koyra eina serparagraf í lógina fyri at verja tey. Tey kenna seg kanska happaði, men t.d. tá ráðstevnan var, pástandi eg, at tey koyrdu fram á ein harligan hátt, sum provokeraði onnur. Spurningurin er, um tey ikki happaðu religiøsar minnilutar, sigur Marjus.
Hann heldur, at tey homoseksuellu hava útnevnt seg til martyrar, og at tað skal begrunda, at tey verða vard av lógini. Fólk kunnu saktans liva í Føroyum vegna seksuella orientering. Málið verður felt, orsaka av nógvum av tí sum fer fram innan hatta økið, har man t.d. vil inn í kirkjuna at giftast.
 


Jørgin Niclasen, fólkaflokkurin, Jørgin atkvøður ímóti

Jørgin sigur, at flokksins støða er, at tey atkvøða ímóti, eingin skal ivast í, hvør støðan hjá fólkaflokkinum er. men eingin tinglimur verður noyddur, at atkvøða á ein ávísan hátt.
Orsøkin til, at Jørgin ætlar at atkvøða í móti er, at hann ikki heldur, at man skal nevna serstakar bólkar í lógini um happing, men best hevði verið at tikið allar bólkar úr. Hann sigur, at í honum er borið, at man diskriminerar ikki fólk, líka mikið um tað snýr seg um húðarlit ella hárfarvu, og hatta við kynsligari sannføring er ikki nakað, sum hann hevur hugsað um áður, men heldur ikki, at tey vera happaði í løtuni. Hann heldur, at politikarar fáa nógv meira útyvir seg, og áttu kanska heldur at verðið skrivaðir inn í lógina.



Karsten Hansen, tjóðveldisflokkurin, Karsten atkvøður ímóti

Karsten fer at atkvøða ímóti, hóast hann ikki heldur, at nakar eigur at happa nakran annan. Men heldur, at man heldur átti at gjørt eina generella happingarlóg, sum t.d. eisini tók hædd fyri teimum, sum eru illa fyri sosialt.
Hann sigur, at hann ikki blandar seg í, hvussu einstaklingar liva. Men hetta málið snýr seg um at koma víðari, og hetta hóskar ikki til hansara kristnu sannføring. Jesus sigur, at tú skalt ikki synda meira. Karsten sigur, at hvørja ferð hann skal atkvøða um eitt mál, so ger hann tað útfrá sannføringini, at hann atkvøður fyri tí, sum rætt er, og hesuferð er hansara sannføring, at hann skal atkvøða ímóti.

Kjartan Joensen, fólkaflokkurin. Kjartan atkvøður ímóti
Kjartan ætlar at atkvøða ímóti við flokkinum. Hann sigur, at fyri at skera tað út í papp, er tað heilt greitt, at hetta uppskot er ein roynd at gera tað ónatúrliga natúrligt. Um ætlanin er, at Finnur Helmsdal skal sleppa at gifta seg við einum manni, og Annita við einum kvinnu, so er hetta so langt úti, at hetta skal fáast av borðinum sum skjótast. Hann skilur ikki tjóðveldisflokkin. Hvat er hetta fyri ein republikkur, har fólk av sama kyni ganga í skrásett parlag og krevja kirkjuvíglslu? Tað er heilt fantastiskt, at hetta er tað, man vil bjóða.Tað finnast ikki orð fyri hvussu langt úti hetta er sigur Kjartan
 
 
Jaspur Vang, sambandsflokkurin. Jasur atkvøður ímóti
Hatta er eitt viðkvæmt mál, sigur Jaspur, ið er ivingarsamur, um tað er rætt at lóggeva um ein bólk av menniskjum, sum eru accepteraður flokkur. Við at lóggeva fyri hesum minniluta, bólkar man hesi fólk sum minniluta, sum krevur vernd. Útpeikar tey sum veikan bólk. Tað er annars ikki mín fatan av teimum. Eg minnist ikki nøkur ítøkilig dømir um mismun og happing, í størvum ella rættindum annars.
Eitt annað aspekt eru mannarættindini. Her verður tali, skrivi og trúarfrælsu avbjóða. Her kann gerast ein konflikt millum átrúnarliga rættin og kynsliga rættin. Harumframt heldur Jaspur, at tað eru so nógv ár liðin, síðan lógin kom í Danmark. Tíðin er kanska farin frá at lóggeva á hesum økið, vit eru ikki so langt aftan fyri Danmark.

Óli Breckmann, fólkaflokkurin. Óli atkvøður ímóti

Óli heldur at tíðin er komin at seta eina striku í sandin. Henda aggresiva ideologiin er ein fýratrinsrakkett, sum endar við einum sirkusi av prestum og ættleiðing. Hetta endar í einum kaos við sundurlesingin og børnum, sum gerast hvørkikyn. Hann sigur, at eingin ivi skal vera um, at hann hevði hopa at sloppið undan hesum. Men nú tað endiliga skuldi dragast inn á tingsins borð, so skulu tey fáa ein framman á.
Óli heldur, at hesar ideologisku aggresiónirnar eru so pínligar, og tað er keðiligt at fáa tað stungið upp í nøsina á hendan hátt. Hann hopar, at málið spælir av uttan at særa ov nógv.
Honum dámar als ikki hetta slagið av lóggávu. Hetta er tankapoliti - Hevur tú loyvi at hugsa okkurt, men ikki at siga tað? og um tú sigur tað, skalt tú straffast fyri tað?


 

Hergeir Nielsen, tjóðveldisflokkurin. Hergeir atkvøður ikki fyri
Hergeir atkvøður ikki fyri hasum uppskotinum, og hevur annars onga viðmerking um hví.


Annita á Fríðríksmørk, tjóðveldisflokkurin. Annita atkvøður fyri.
Annita á Fríðríksmørk er ein av uppskotstillarunum. Hon sigur, at orsøkin til, at tey stilla uppskotið, er at viðurskiftini hjá teimum samkyndu ikki eru nóg góð, sum er. Alt ov nógv almenn signal koma, sum siga, at tað ikki er rætt at vera samkynd. Tey samkyndu hava ikki sama møguleika fyri innivist í samfelagnum sum hinkynt. Ein tjóð, sum vil teljast millum heimsins bestu, kann ikki nokta teimum samkyndu grunnleggjandi rættindi. Í noktani liggur eitt afturhildni, sum ger, at man ikki kann gerast besta tjóð í heiminum, sigur Annita.
Tolsemið ímóti øllum bólkum er týdningarmikið. Tí er eisini neyðugt at vera til reiðar at lurta eftir hinum sjónarmiðunum, sigur Annita.




Finnur Helmsdal, tjóðveldisflokkurin. Finnur atkvøður fyri
Finnur Helmsdal er saman við Annitu á Fríðriksmørk uppskotstillari. Hann sigur, at hann heldur, at vit øll eiga at vera líka fyri lógini, óansæð hvørji vit eru. Hetta mál snýr seg um rættindi, og ikki um hvat eg haldi um homoseksuell, sigur Finnur.
Hetta uppskotið snýr seg bara um greinina um diskriminering. Men persónliga hevur Finnur einki í móti, at man fer víðari. Fyri hansara skuld mugu samkynd fegin hava somu rættindi, sum hinkynd. Sum er hava tey t.d. ikki loyvið at giftast og liva kærleikan út á hendan hátt.
Finnur er ikki bangin um, at hetta kann undirgrava kristna samfelagið. Hann sigur, at her er ein munur á fólki, sum grunnleggjandi snýr seg um, um man heldur, at Bíblian er skrivað av Gudi ella av monnum. Finnur trýr, at hon er skrivað av monnum og vísir á, at bulurin í kristindóminum er humanisman. Hin bólkurin heldur, at Bíblian er skrivað av Gudi, og hesi fólk forsaka humanismuna, tí hon ikki passar heilt inn.

Heidi Petersen, tjóðveldisflokkurin. Heidi atkvøður fyri.
Heidi sigur, at hon ongantíð hevur hildið ,hetta evnið verið serliga áhugavert. Kynslívið hoyrir privatlívinum til. Hon hevur t.d. ongantíð hoyrt fólk presenteraði sum hinkynt. Hon heldur, at tað er sjálvsagt, at man skal hava rættindi at hava sín seksualitet uttan at verða happaður.
Heidi er als ikki bangin, fyri at henda lóggáva skal undirgrava Føroyar sum kristið samfelag. Hon heldur at tað er syndarligt, at man verður skýrdur ikki at vera rætttrúgvandi, um man ikki vil, at fólk skulu happa ein minnilutabólk.
Hon vísir á, at við kærleiksboðnum í nýggja testamenti, skrivaðu vit nýggjan sáttmála við Guð. Hon kennir, tað sum sína skyldu at tryggja, at minnilutabólkar ikki verða happaðir. Hetta áttu øll kristin at ynskt. Hon heldur eisini, at skulu Føroyar gerast sjálvstøðugar er týdningarmikið, at politikarar vísa fólki hvat teir standa fyri og siga við tey, at her er eisini pláss fyri teimum.

Poul Michelsen, fólkaflokkurin. Poul atkvøður fyri
Poul er í løtuni staddur í Estlandi, og tað bar ikki til at fáa fatur á honum. Hann hevur tó gjørt greitt í øðrum miðlum, at hann er av tí sannføring, at tað ikki skal vera loyvt at happa fólk orsakað av teirra kynsligu sannføring, og tí ætlar hann ikki at atkvøða saman við restini av Fólkaflokkinum.


                     


Vilhelm Johannesen, javnaðarflokkurin. Vilhelm atkvøður fyri

Hann hevur fyrr lagt hetta mál fyri tingið, og ætlar sær eisini at atkvøða fyri hesuferð. Orsøkin er einføld, hann ynskir, at tað skal verða javnstøða millum føroyingar.
 


 

Rói Egholm, tjóðveldisflokkurin. Rói atkvøður fyri

Eg atkvøði sjalvandi fyri uppskotinum. Eg haldi at tað er syndarligt, at tað skal koma til hetta, at man noyðist at gera tílíka lóggávu. Hetta átti at verið heilt natúrligt, at vit ikki happaðu hvør annan. Tað vísir seg, at teir býir, ið hava flest moskeðir og homoseksuel, eru tey mest kreativu støðini.
Eg síggi ikki hetta sum ein vanda fyri Føroyar sum kristna tjóð. Kristindómur er persónligur millum meg og várharra. Eg taki mær av mínum trúarlívi og tak tú tær tínum. Eg haldi, at tað siðbundna Føroyar gongur út uppá at taka sær av hvørjum øðrum.


John Johannessen, javnaðarflokkurin, John atkvøður fyri

John sigur, at sjálvandi fer hann at atkvøða fyri. Tað er náturligt at verja minnilutar. Sum javnaðarmaður kanst tú heldur ikki góðtaka happing av minnilutum. Hann sær hetta bara sum eina dagføring av mannarættindum í føroyskari lóggávu. Hetta snýr seg ikki um religión, men um happing. Eg dugi slettis ikki at síggja, hvussu tað at lóggeva ímóti happing, kann vera í móti kristnari trúgv. Harafturat tími eg slettis ikki at kjakast út frá religiøsum sjónarmiðum.


 
Tórbjørn Jacobsen, tjóðveldisflokkurin, Tórbjørn atkvøður fyri
Tórbjørn ætlar sær at atkvøða fyri uppskotinum, tí at tað er ein konstateraður veruleiki, at ein partur av fólkinum, hevur hug at liva saman við sínum egna kyni. Hetta hevur fingið partar av meirilutanum í samfelagnum at fremja eina ávísa happing, og hetta málið snýr seg bara um, at eingin hevur rætt til at happa ein minniluta.
Tórbjørn sær ongan vanda fyri, at vit undirgrava kristna samfelagið við at samtykkja tílíka lóggávu. Vit eru øll Guðs skaparverk, og vit eru tí úrslit av tí. Happingin av einum minniluta er eitt mannaskapt problem.
 
 


Kaj Leo Johannesen, sambandsflokkurin, Kaj Leo atkvøður fyri

Í sambandsflokkinum atkvøða tinglimirnir eftir egnari sannføring í etiskum málum. Kaj Leo fer at atkvøða fyri, tí hann gongur 100% inn fyri mannarættindasáttmálanum hjá ST og vil tillaga okkara lóggavu eftir hesum. Vit vita jú eisini, at hetta málið fer at koma uppaftur støðugt, inntil tað er komið í gjøgnum.
Hann er vaksin upp í kristnu siðalæruni, og dugir ikki at síggja hvussu hetta skuldi undirgrava hana, og hevur heldur ongan áhuga í at undirgrava hana. Hann er av teirri sannføring, at politikkur og religíon ikki skulu blandast. Tá henda lóg varð viðtikin í Danmark, atkvøddu fólkatingslimirnir hjá Kristelig Folkeparti blankt. Tað er týdningarmikið ikki at lata kenslurnar fara upp at gartera í hesum máli. Hetta snýr seg bara um happing av samkyndum og ikki annað.
Kaj Leo viðgongur tó, at hann ikki ætlar sær at slíta nakra samgongu fyri hetta mál, men samgongan hevur í skrivandi stund ikki nakra ætlan um at atkvøða saman í hesum máli.
 

Kristian Magnussen, javnaðarflokkurin, Kristian atkvøður fyri
Kristian ætlar at atkvøða fyri. Hann dugir ikki at síggja problemið í at góðkenna hetta objektivt sæð. Man má rokna við, at homoseksuell eru marginalisera í einum lítlum samfelag sum okkara. Men hann veit ikki hvussu ein tílík lóggáva hjálpir. Hann sigur tó, at hann ongar ætlanir hevur um at slíta samgonguna yvir hetta mál, um tað skuldi gjørst aktuelt
Kristian dugir ikki at síggja, hvussu hetta skuldi undirminera Føroyar sum kristið samfelag. Summi síggja hetta sum fyrsta stig í stríðnum fyri víðari rættindum. Men Kristian sigur, at prinsipielt dugur hann ikki at síggja nakran trupulleika í, at samkynd sleppa at arva hvør annan. Men tíðin skal ivaleyst mýkja hetta eitt sindur meira.



Edmund Joensen, sambandsflokkurin. Edmund hevur ikki tikið støðu enn
Tingformaðurin Edmund Joensen hevur ikki tikið støðu í hesum máli enn. Hann sigur, at hann satt at siga, ikki hevur sett seg nóg væl inn í málið enn. Tí ætlar hann at fylgja viðgerini og síðan at taka støðu. Hann minnir á, at hann er ein partur av eini samgongu og tí eisini má taka støðu út frá hesum.

 
Lisbeth L. Petersen, sambandsflokkurin, Lisbeth hevur enn ikki avgjørt, hvat hon atkvøður
Lisbeth sigur, at hon einki hevur í móti samkyndum. Men hevur okkurt ivamál um viðmerkingarnar hjá uppskotstillarunum til uppskotið. Men hon ætlar at fylgja við í viðgerðini av málinum, og síðan fer hon at taka endaliga støðu.
 


Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldisflokkurin, Páll hevur ikki avgjørt, hvat hann skal atkvøða.

Eg havi vanliga greiðar meiningar um flest øll mál, men eg veit satt at siga ikki, hvat eg skal halda í hesum føri, sigur Páll. Hetta er bert triðju ferð, at hann hevur ivast í einum máli, síðan hann kom á ting. Talan er her um týdningarmiklar áskoðanir, sum traðka upp ímóti hvør aðrari. Hann hevur hugsað nógv um málið, men er ikki komin til nakra niðurstøðu enn. Páll vónar, at hann verður klókari, aftan á viðgerðina av málinum. Hann sigur annars, at hann kundi hugsa mær at vita, hvat Jesus hevði atkvøtt.

 
Henrik Old, javnaðarflokkurin. Henrik vil ikki siga, hvat hann atkvøður.
Henrik sigur, at hann ongantíð svarar tílíkum spurningum áðrenn atkøtt verður.
 


 
 
Tríggir eru ikki spurdir
Tíanverri fingu vit ikki fatur í Olavi Enomoto úr sambandsflokkinum og Sverra Midjord og Andrias Petersen úr javnaðarflokkinum.