Tað var við góðari hjálp frá føroyska landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, og liðskiparanum á landsliðnum, Fróða Benjaminsen, at Lionel Messi gjørdist heimsins besti fótbóltsspælari fyri fjórðu ferð á rað.
Tað vóru landsliðsvenjarar, landsliðsliðskiparar og ítróttarjournalistar, sum atkvøddu um hvør skuldi vinna FIFA Ballon dOr 2012. Tað samanumkom vann Lionel Messi frammanfyri Cristiano Ronaldo og Andres Iniesta.
Føroysku umboðini atkvøddu soleiðis:
Lars Olsen(landsliðsvenjari):
1. Lionel Messi
2. Cristiano Ronaldo
3. Zlatan Ibrahimovic
Fróði Benjaminsen(liðskipari á landsliðnum):
1. Lionel Messi
2. Cristiano Ronaldo
3. Andres Iniesta
Terji Nielsen(Ítróttarjournalistur):
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
3. Andres Iniesta










