Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Tað mesta av fyrireikingini hjá mær snýr seg um at koma í jólastemning – at náa at keypa tær flestu jólagávurnar í Keypmannahavn og so at drekka eitt sindur av gløggi og eta rísingreyt.
Tað sigur Sóldís Petersen, sum býr í Danmark.
- Eg arbeiði sum lærari, so her skal eisini fyrireikast eitt sindur av jólahugna, klippi-klistra-dag, nissuvinir og so sjálvandi eisini niðurteljing til jólafrítíðina - og so kunnu jólini bara koma.
Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?
- Eg havi pyntað eitt sindur, ja. Tað følist tó eitt sindur tíðliga at pynta fyri 1. sunnudag í advent. Men eg havi tó hongt eina stóra jólastjørnu í tað eina vindeygað, so hon lýsir eitt sindur upp í hesi myrku tíð. Í køkinum havi eg eina ljósketu uppi alt árið, men tað telur kanska ikki ordiliga við.
Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?
- Eg havi ikki jólatræ í mínari íbúð, men vit hava eitt eftirgjørt jólatræ heima hjá foreldrunum hjá mær, sum eg vænti vit fara at pynta, tá eg og systir mín koma heim í jólafrí.
Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?
- Eg ætli mær hvørt ár at byrja í góðari tíð, men enn eri eg ikki ordiliga byrjað. Havi bara hugt, men ikki keypt nakra jólagávu enn.
Sóldís Petersen vísir á, at hon hevur eina “desember-konto” í bankanum, sum hon hvønn mánað setir eina upphædd inn á.
- Soleiðis merkist tað ikki so nógv, tá gávurnar skulu keypast, leggur hon aftrat.