Tá formaðurin í Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt, hevði hildið sína røðu á Fólkatingsins talarastóli í kvøld, nýtti føroyska Sólbjørg Jakobsen høvið at seta honum ein spurning.
– Eru DF blivin stovurein? Ella er tað hundurin hjá harra Morten Messerschmidts, sum er farin á vesi í ganginum á Christiansborg? spurdi Sólbjørg Jakobsen, sum er politiskur orðførari fyri Liberal Alliance.
- Nógvum kann eg finna meg í. Men man skal simpulthen ikki insinuera, at Hugo ikki er stovureinur. Hasum vil eg simpulthen ikki finna meg í! Og tað er DF annars eisini, svaraði Morten Messerschmidt.
Hetta fekk allan salin at flenna. Og síðani segði Jeppe Søe (formaður) í skemti, at hann ivaðist í, um hundurin Hugo, átti at kallast "Harra Hugo" á Fólkatingi ella ikki.
Hygg at stuttligu samrøðuni í einum videobroti, sum er at finna her hjá TV2 undir yvirskriftini "LA'er stiller "ømt" spørgsmål om Messerschmidts hund".