Sólbjørg á Fólkatingi: – Føroyar og Danmark kunnu læra nógv av hvørjum øðrum

31 ára gamla Sólbjørg Jakobsen verður framsøgufólk fyri Liberal Alliance í trimum málum, eitt nú í Føroyamálum

– Tað er fantastiskt. Ein dreymur sum, er komin í uppfyllilsi.

 

Soleiðis sigur runavíkskvinnan Sólbjørg Jakobsen, tá vit úr Sosialinum spyrja hana, hvussu tað er nú at kunna kalla seg fólkatingslim fyri Liberal Alliance.

 

Sólbjørg fekk nevniliga eitt kanónval við 4421 atkvøðum í valdømi hennara, Nordjyllands Storkreds, og hon hevur nú tikið sæti á Fólkatingi.

 

Í gjár bleiv so greitt, hvørjum hon verður framsøgufólk fyri. Hon hevur fingið ábyrgdina av trimum økjum: javnstøðumálum, arbeiðsmarknaðarmálum og Føroyamálum.

 

At hon skuldi fáa Føroyamál kemur ikki óvart á hana, tí tað høvdu tey tosað um innahýsis beint eftir fólkatingsvalið. Við Sosialin segði hon 5. november:

 

– Vit hava akkurát snakkað um framsøgufólk og annað í tingbólkinum, og eg komi allarhelst at standa fyri samstarvinum millum Danmark og Føroyar. Tað gleði eg meg nógv til.

 

Annars heldur Sólbjørg, at Føroyar og Danmark kunnu læra nógv av hvørjum øðrum.

 

– Eg haldi, vit kunnu læra nógv av Føroyum í Danmark. Til dømis er arbeiðsmoralurin í Føroyum fyrimyndarligur. Man er ikki líka bundin at tí almenna sum í Danmark. Hinvegin kundu Føroyar eisini lært av Danmark í sambandi við eitt nú abort og rættindi til samkynd, sigur hon við Sosialin.

 

Umframt framsøgufólk í Føroyamálum verður hon eisini limur í Føroyanevndini.

 

Hvørjum fert tú serliga at arbeiða fyri á Fólkatingi?

 

– Minni bureaukrati. Vit hava ótrúliga nógvar reglar um alt møguligt, sum kann vera ringt fyri borgarar at skilja. Tað skal gjarna vera meira skilligt. Vit skulu eisini tryggja, at vit føra ein forsvarligan búskaparpolitikk, sum ger, at fólk fáa fleiri pengar í lumman, meðan teir felags pengarnir skulu brúkast til góða hjálp til tey, ið hava tørv á tí.