Fleiri ensk bløð skriva, at fyrverandi FCK-venjarin Ståle Solbakken skal venja enska liðið Wolverhampton, og at avgerðin verður almannakunngjørd seinni í dag. Ståle Solbakken váttaði í gjár, at hann skuldi á fund í Onglandi, men hann vildi ikki siga, hvønn hann skuldi fundast við. Men The Guardian og The Daily Mail vistu í gjárkvøldið at siga, at norðmaðurin skal venja Wolverhampton.
Tað gekk væl hjá Ståle Solbakken, tá hann var venjari hjá FC København, men hann hevði ikki eydnuna við sær seinasta kappingarár í týska felagnum FC Köln, har hann fekk sekkin fyri einum mánað síðani.
Wolverhampton hevur spælt í Premier League hetta kappingarárið, men noyðist niður í næstbestu deildina. Liðið er á niðasta plássi og hevur ongan møguleika at sleppa undan niðurflyting, nú bara eitt umfar er eftir at spæla.









