Solbakken leingir við FCK

Ståle Solbakken hevur í síni tíð sum venjari í FCK framt framúrskarandi úrslit, og hetta hevur fingið meistarafelagið at leingja sáttmálan við hann. Nýggi sáttmálin røkkur til 30. juni 2011.

 

Síðan Solbakken í januar síðsta ár tók við starvinum sum venjari í FCK, hevur hann tryggjað felagnum tvey donsk meistaraheiti og Royal League, umframt at hava ført FCK víðari úr Champions League bólkaspælinum.