Sunnudagin skapti FCK nógvar kjansir í dystinum ímóti AC Horsens, men bert einaferð skoraðu teir.
- Vit spæla ein sera góðan dyst í dag. Vit høvdu eitt hav av málmøgulikum, og tað er strævið at standa uttanfyri og síggja spælararnar brenna ein kjans fyri og annan eftir. Serliga tá ið eg sjálvur hevði sparkað allar í málið, segði FCK-venjarin Ståle Solbakken eftir dystin.










