Nógvu graslíkisvøllirnir í norskum fótbólti kunnu verða ein trupulleiki fyri at selja norskar fótbóltsspælarar uttanlands.
Tað heldur norski landsliðsvenjarin í fótbólti, Ståle Solbakken.
– Tað er eitt stórt mál. Tað eru ov nógvir graslíkisvøllir í Noreg.
– Nú mugu feløgini taka atlit til tað, sigur Ståle Solbakken við Nettavisen.
53 ára gamli landsliðsvenjarin, sum hevur sína fortíð í FC København, sigur, at hann sum venjari í feløgum ofta hevur tosað um graslíki, tá hann hevur verið í samskifti við umboðsmenn og útlendsk feløg.
– Tað er ein óvissa um spælarar, sum dagliga spæla og venja á graslíki, so tað er heilt vist nakað, sum útlendsk feløg hugsa um.
Fyrrverandi FCK-venjarin metir, at keypandi feløg í nøkrum førum velja spælarar úr norskum feløgum frá. Og upphæddirnar, sum goldnar verða, minni.
– Um tú skalt leggja nógvar pengar á borðið, so hevur tú altíð ynski um at vera so vísur sum gjørligt. Við tí marknaði, sum er í fótbólti nú, so eru tað sera nógvir góðir spælarar at velja í.
– Tí kann graslíki vera ein orsøk til, at tey velja at handla í einum øðrum felagi í aðrari kapping, sigur Ståle Solbakken sambært Ritzau.
Í Føroyum er eingin grasvøllur eftir, bara graslíkisvøllir, sum eru komnir í staðin fyri grúsvøllir.