Sólarmyrkingin við í ársins videolagi

Sólarmyrkingin í 2015 gjørdi at heimsins eygu eina løtu vórðu vend móti Føroyum, og tað syrgdi bólkurin Hamferð fyri at gagnnýta til fulnar. Einans nakrar fáar tímar aftaná sólarmyrkingina varð eitt videolag lagt út á Youtube, har bólkurin framførdi sangin Deyðir varðar úti í náttúruni undir sjálvari sólarmyrkingini.


Videolagið vakti ans um allan heim, og stórir altjóða miðlar skrivaðu um videolagið hjá føroyska tungmálmsbólkinum, og eina løtu gjørdist bólkurin heimskendur.


Í kvøld vunnu teir so eisini FMA virðislønina fyri besta videolag fyri Deyðir varðar.


Hini videoløgini, ið vóru tilnevnd, vóru Aftur og aftur hjá Byrta, Andvekur hjá Byrta, Chain Glass hjá Brynjolfur og Clog hjá Ranchus.


Til ber at síggja videolagið við at trýsta á myndina.