Sólarmyrkingin á frímerki

Posta ger frímerki, smáark og postkort við sólarmyrkingina á.

Mikudagin, 11. mars gevur Posta út frímerki, har myndevnið er sólarmyrking.

 

Í røðini er eitt smáark, tvey frímerki, tvey sjálvklistrandi frímerkjahefti umframt postkort, fyrstadagsbjálvar og eitt serstempul.

Tað er royndi frímerkjateknarin, Martin Mörck, úr Svøríki, sum hevur teknað.

 

Virðini á frímerkjunum svara til postgjaldið til Evropa (17 kr.) og til onnur lond (19 kr.).