Sólarmyrking skuggar fyri EM-undankapping

HSF stendur í boði at hýsa EM-undankappingini hjá U17-kvinnum komandi ár, men hon er samstundis sum sólarmyrkingin.

Lutakast hevur verið til EM-undankappingina í hondbólti hjá U17 kvinnum. Føroyska U17 kvinnulandsliðið kom í bólk saman við Ruslandi, Tjekki og Íslandi til komandi EM-undankapping, sum verður leikt 20. – 22. mars.

 

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandi Føroya.

Hetta eru ikki eiti á mótstøðulið, Føroyar skulu møta. Russland taptu finaluna seinast EM var, meðan Tjekkia gjørdist nummar 14. Ísland var ikki við í endaspælinum, men gjørdust nummar tvey í sínum bólki í undankappingini.

 

- Føroysku U18 kvinnurnar spældu javnt móti Íslandi í European Open í summar, so spennandi verður, hvar hesin árgangurin flýtur í mun til mótstøðuna, verður skrivað á hsf.fo.

 

Føroyar hava eisini vunnið sær rættin til at hýsa kappingini. Tíverri er hon samstundis sum sólarmyrkingin, og tað kann tí vísa seg at gerast sera torført at finna innivist til luttakarar, hjálparfólk, dómarar og annað, ið skulu gista í samband við eina tílíka kapping. Hondbóltssamband Føroya hava tó boðað frá, at teir fara at kanna, hvørjir møguleikar eru.