Sólarkaffi í Leirvík

Í dag varð boðið til Sólarkaffi í Bygdarhúsinum í Leirvík, har tað møtti heilt væl av fólki – so nógv, at stóri salurin var so fullur, at fólk eisini settust í forstovuni.

Maria á Lakjuni sang nøkur løg, meðan pápin, Eyðun á Lakjuni, spældi undir. Eisini varð skipað fyri eini listaframsýning, har Tórhild Bjarkhamar sýndi fram málningar, hon hevði málið - landslagsmyndir og bygdarløg, har ímyndin oftast var úr Leirvík.

Sólarkaffi er vorðið ein afturvendandi táttur, har at kalla øll bygdin savnast í bygdarhúsinum. Men eisini lorvíkingar ella ættarfólk, sum ikki búgva í Lorvík, men vitja aftur til hetta bjarta høvið.

Sólin, sum hevur verið burtur seinastu 3 mánaðirnar, røkkur nú aftur bygdina um Sigatind. Osmund Justinussen segði, at mamma hansara plagdi at siga, at sólin sást aftur Úti á Egg 10. februar – hennara føðingardag.

Til Sólarkaffi er sjálvandi kaffi, sum orðið sigur, men sanniliga eisini hópin av køkum, ið lorvíkingar eru kendir fyri. Hetta tiltikna stóra køkuborðið bjóða kvinnur í Leirvík til og skipa fyri.

Tá ið eg hitti leirvíkingin, Heðin hjá Georg, sum býr í Tórshavn, og hann sat undir liðini av Páll Kunoy, kundi eg ikki bara mær at spyrja, hvat teir gjørdu her. Jú, svaraði Heðin við einum brosi: ”Vit svimja saman”; men legði hann afturat: ”Vit eru trímenningar”.

Eisini var Anfinn Kalsberg við – pápi hansara var úr Leirvík. Karsten Hansen, Tummas Lervig og fleiri við teimum vóru eisini har við ættarbondum úr Leirvík.

Eitt Elduvíkskrov varð lutað burtur saman við atgongugjaldinum til Sólarkaffi. Ein hugnalig løta í rætta lagnum í allar fagrasta veðri, har sólin vildi vísa meir av sínum andliti, men hindraði Sigatindur hesum eina løtu afturat. Tó, nú gongur rættiliga móti ljósari tíðum, hildu leigvíkingar fegnir fyri.