Í sambandi við sólarmyrkingina verður tiltak í høllini fyri borgarar í Eiðis kommunu og útlendsk ferðafólk hjá The Independent Traveller. Bert hesi og fólk við tilknýti til kommununa hava atgongd til høllina og økið millum kl. 6.30 - 11.30. Frá kl. 11.30 er tiltakið opið fyri øllum, men inntil tá noyðast onnur at halda seg til onnur støð í bygdini - millum annað havnalagið.
Ein ørkymla av tíðindafólkið m.a. frá BBC vitjar og senda beinleiðis av Eiði.
Men tað, sum kanska er sermerkt, er, at tey vitjandi fáa møguleikan at verða ”umgyrd” av listaverkum.
Tað er eiðiskvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, ið hevur ein framsýning í høllini við eini 20 verkum.
Tvey teirra eru sermerkt, tá hugsað verður um sólamyrkingina. Íblásturin til hesar, hevur hon fingið úr teim mongu frásøgunum frá 1954, tá sólarmyrkingin varð seinast í Føroyum.
Tað sum fólk siga seg serliga minnast, er at hønurnar fóru inn, tá myrkrið dróg saman um.
Á málingunum hjá Sigrun síggja vit, at bæði hønan og hanin hava tikið ráðini frá eygnalæknanum til eftirtektar.