Fimm bretar, seks hollendarar og ein kanadiumaður manna 4th Staunton Memorial. Seks umfør eru telvd og fremstur er Ivan Sokolov (2652) við heili 5,5 stigum.
Howard Staunton var í hæddini í 1840´unum. Hann varð tá mettur at vera millum heimsins bestu telvarum. Staunton hevði tó stóran tokka til onnur viðurskifti kring talv, og tí kunnu vit bert gita hvussu langt hann hevði rokkið, legði hann alla orkuna í at telva burturav. Hann varð kendur fyri at skipa fyri fleiri sterkum kappingum í Onglandi. Eisini stovnaði og rak hann ymisk talvtíðarrit, umframt at hann hevði talvteigar í stórum enskum dagbløðum.
4th Staunton Memorial er tann sterkasta stórmeistarakapping í London síðan 1986.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Toppurin
Framanundan metti favoritturin Michael Adams (2732) úr Onglandi er ikki eins væl siglandi sum Sokolov. Men bretin andar tó Sokolov í nakkan við sínum 4,5 stigum. Veteranurin Jan Timman (2594) og Jan Werle (2531) báðir úr Hollandi hava somuleiðis 4,5 stig. Allir hesir fýra telvararar eru ósigraðir.
Avriksstyrkin (Performance rating) hjá Sololov er heili 2920.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjørnurnar frá 1990
Fyrrverandi bretski stórtelvarin Jonathan Speelman (2541) hevur einans 2 stig. Ungi evnaríki IM David Howell (2479) er aftastur við hálvum stigi.
David Howell, Helgi D. Ziska (2333), Magnus Carlsen (2675) og Sergey Karjakin (2679) eru føddir í 1990.
Fimm umfør resta í. Sokolov hevur enn ikki telvað ímóti Timman og Werle.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Topp 10 í Føroyum
1
John Arni Nilssen IM
HT
2379
2
John Rødgaard IM
VT
2364
3
Helgi D. Ziska
HT
2352
4
Heini Olsen
KTF
2309
5
Martin Poulsen
HT
2306
6
Carl Eli N. Samuelsen
VT
2247
7
Rógvi W. Rasmussen
TFS
2215
8
Hans Kristian Simonsen
KT
2214
9
Flóvin þór Næs
HT
2213
10
Jóan Hendrik Andreasen
HT
2207
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$