Á løgtingsskrivstovuni gera tey klárt til enn eitt ungdómsting. Hugskotið um eitt ungdómsting stavar upprunaliga úr Danmark.
Næmingar í 9. og 10. flokkum í Føroyum kunnu luttaka í Ungdómstinginum. Hetta gera tey við at skriva eitt lógaruppskot ella eitt uppskot til samtyktar saman við flokkinum hjá sær og senda tað til Løgtingið. Best er, um hetta verður skipað sum liður í undirvísingini annars.
Seinasta freist at lata inn uppskot til Løgtingið er fríggjadagin 6. desember 2013.
Av teimum innsendu uppskotunum verða upp til 16 uppskot vald út. Tá uppskotini verða vald út, verður hædd tikin fyri, at flokkar úr øllum landinum so vítt gjørligt eru umboðaðir. Harafturat verður hugt eftir, hvussu góð uppskotini eru. Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað sæst á uppskotinum, at næmingarnir hava kannað gjølla tað evnið, sum teir seta fram uppskot um, og at næmingarnir koma við góðum grundgevingum fyri teirra uppskoti.
Tá uppskotini eru vald út, skulu teir flokkar, sum hava fingið eitt uppskot ígjøgnum, velja 2 umboð at umboða flokkin í Ungdómstinginum. Hesir 32 næmingarnir eru ungdómstingið.
Uppskotini, sum verða vald út, verða løgd á heimasíðu Løgtingsins, so allir luttakandi næmingarnir fáa høvi til at seta seg inn í uppskotini. Hetta verður gjørt umleið ein mánað, áðrenn Ungdómstingið verður hildið.
Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra Onnu Rein, løgfrøðing og samskipara á løgtingsskrivstovuni greiða frá ungdómstinginum. Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra Katrina Hanusson og Rana Høgnason Hansen, sum tóku lut á ungdómstingunum í ávikavist 2010, og í 2012.