Sóknast eftir fleiri fosturforeldrum

Barnaverndarstova Føroya, ið umsitur skipanina við fosturforeldrum í Føroyum, sóknast nú eftir familjum, ið kunnu bjóða seg fram at vera fosturforeldur hjá børnum í styttri ella longri tíð. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár. 


Fosturforeldur eru familjur, ið er í Fosturforeldraskipanini, og sum hava børn og ung búgvandi hjá sær í styttri ella longri tíð.


Á heimasíðuni hjá stovninum verður upplýst, at tað krevur sítt at vera fosturforeldur, men at tað eisini kann vera ein stór gávu fyri fosturfamiljurnar.


- Ofta verða tøtt bond knýtt fyri lívið, og tit kunnu gerast avgerandi munurin í lívinum hjá einum øðrum menniskja. Men hetta kann samstundis vera ein stór avbjóðing, ið ávirkar gerandisdagin hjá tykkum. Tað er tí ein stór avgerð, at gerast fosturforeldur, skrivar stovnurin á heimasíðuni.


Tað er Fosturforeldraskipanin, ið góðkennir øll fosturforeldur, og sum veitir teimum ráðgeving og stuðul í mun til uppgávuna.


Meira kunning er at finna á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni: www.bvs.fo