Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at teimum tørvar enn fólk til virki.
- Vit vænta at fáa brúk fyri 80 fólkum til vanliga framleiðslu í fullari ferð. Áhugin hevur verið hampuliga stórur, men kundi verið størri.
- Vit sóknast enn eftir umsøkjarum til vanliga arbeiði á virkinum og hava ikki fingið nóg nógvar umsøknir til at kunna koma ordiliga í gongd, sigur hann.
Pelagos skal eftir ætlan taka ímóti tí fyrstu rávøruni fyrst í august, til royndarkoyringar. Fríðin Ziskason sigur, at allar maskinurnar eru komnar upp at standa og skjótt verður farið undir at knýta tær saman.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni við Fríðin Ziskason.