300 tons av olju vóru í tangunum, tá íslendska nótaskipið "Guðrún Gisladóttir" fór á land og sakk í Lofoten í Noregi tann 19. juni, og týsdagin kunngjørdi íslendska reiðaríið, at tað er sinnað at taka oljuna upp úr skipinum fyri at fyribyrgja møguligari dálking.
Men norsku umhvørvismyndugleikarnir eru ikki nøgdir við avgerðina hjá reiðarínum, og teir hava nú biðið íslendska reiðaríið um eina umhvørvismeting av støðuni.
Norsku umhvørvismyndugleikarnir vísa á, at "Guðrún Gisladóttir" hevði 900 tons av frystum sildafløkum í lastini, tá skipið sakk Myndugleikarnir hava ikki kravt, at lastin skal tømast, men fyribils hava teir biðið íslendska reiðaríið meta um dálkingarvandan av lastini. Reiðaríið skal svara innan 14 dagar.
Norski sakførarin hjá reiðarínum, Trond Eilertsen, segði mánadagin, at tað verður alt ov dýrt at tøma lastina á tí sokna skipinum. "Guðrún Gisladóttir" liggur á 25 favna dýpi í Nappstraumen uttan fyri Ballstad í Lofoten.