Tippeligan
Tað var heilt gott lag í Sogndal hóskvøldið. Fyri fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum høvdu teir vunnið á útivølli, og tað kom sjálvandi sera væl við.
Sæð við føroyskum eygum eina stóra viku undan HM undankappingardystunum órógvar tað, at hvørgin føroyski landsliðsspælarin í Sogndal fær dystarvenjing. Julian Johnsson er ikki enn komin aftur á liðið eftir fótskaðan, og hesa ferð slapp Kurt Mørkøre upp í part eina heilt lítla løtu. Tað snúði seg um at fáa tíðina at ganga, tá teir tveir minuttir undan leikloki settu Kurt á vøllin.
Sogndal vitjaði í Moss, og 2.861 áskoðarar sóu á Melløs stadion heimaliðið koma á odda longu í 2. minutti. Simon Brennes var leysur í brotsteiginum, tá hann smekkaði til við vinstra beini. Sogndal spældi betri enn heimaliðið, og tí var tað fult uppiborið, at teir í 17. minutti javnaðu. Dag Christian Sørum hálvfluktaði úr 20 metrum.
Í 61. minutti fekk Sogndal sigursmálið. Miðvallarin Rune Balseth var á brotsteigarmarkinum, tá hann sendi bóltin dygst niðri við stólparótini og í kassan.
Støðutalvan er eftir níggju umfør so at siga farin í tveir partar. Moss er við trettan stigum aftast av teimum átta fremru liðunum, og við níggju stigum er Sogndal fremst av teimum seks í niðara endanum.
Tromsø setti eitt keðiligt met hóskvøldið. Teir taptu 1?0 á heimavølli ímóti Strømgodset. Hetta var sjeynda tapið hjá Tromsø á rað, og nú hava teir spælt 654 minuttir uttan at skora mál. Tað er met. Vålerenga átti gamla metið. Tað var at spæla 605 minuttir uttan at skora. Metið hjá Vålerenga var frá 1975, og í Vålerenga hava teir neyvan havt nakað ímóti, at Tromsø hóskvøldið tók metið frá teimum.
Tíggjunda umfarið í norsku kappingini verður ikki spælt fyrrenn sunnudagin 10. juni. Tað við við øðrum orðm siga, at føroysku landsliðsmenninir hava frí hetta vikuskiftið, og komandi vikuskifti eru HM undankappingardystir á skránni.
Håvard Flo var ikki á Sogndal liðnum í Moss. Hann verður ivaleyst tøkur um tvær vikur.










