Í Sogndal vóru teir óhepnir

Noreg:

Føroyska liðið misnýtti brotsspark, og teir fingu eitt mál kolldømt, áðrenn oddaliðið

skoraði tvær ferðir

Allir teir tríggir føroysku landsliðsmenninir í Sogndal vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Sogndal sunnukvøldið hevði vitjan av oddaliðnum Lyn. Høvuðsstaðarliðið fór til hús aftur við øllum stigunum, og tað var ikki at undrast á, at teir vóru væl nøgdir.

Lyn vann 2?1. Teir skoraðu beinleiðis upp á fríspark í 35. minutti, og fýra minuttir seinni øktu teir til 2?0. Álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, Tommy Øren minkaði um munin í 67. minutti.


Yvirvágin

929 áskoðarar vóru eygnavitni til, at heimaliðið trýsti størsta partin av tíðini. Og teir í Sogndal vóru óhepnir, at teir ikki komu á odda. Fyrst fingu teir eitt brotsspark. Kanska skuldi Kurt Mørkøre, sum var við aftur, eftir at hann var leikbannaður næstseinast, tikið sær av skotinum. Hann plagar at vera tryggur úr ellivu metrum. Royndin hjá Asle Hillestad var lítið sannførandi. Skotið hevði lítla ferð, og tað fór beint til málverjan.

Tá tað framvegis var málleyst, átti Sogndal at komið á odda. Teir fingu bóltin í kassan, men dómarin, sum norsku fjølmiðlarinir ikki halda var serliga sannførandi, koldømdi málið.

So var tað, at Lyn fekk tvey mál. Í 2. hálvleiki trýsti og trýsti Sogndal, men teir megnaðu bara at skora eina ferð.

Allir teir føroysku spælararnir fáa í norska blaðnum VG eitt fimm tal fyri sítt avrik. Tað er miðal.

Lyn er á odda í 1. deild við 40 stigum. Sogndal er á fimta plássi við 23 stigum. Flestu liðini hava spælt fimtan dystir. Bara Sogndal og Byåsen, sum er triðji niðast, hava spælt fjúrtan dystir. Útsetti dysturin teirra millum verður í Sogndal í annaðkvøld.

jh