Sogndal sett í skuggan

Bæði Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru við til at tapa 3?0, og norsku fjølmiðlarnir halda lítið um avrikið hjá Sogndal

 

Tippeligan


Í heyst var alt gleimur og gaman í Sogndal, tá fótbóltsflaggskipið í býnum aftur vann sær pláss í bestu deildini. 2. páskadag var fyrsta avbjóðingin í langa stríðnum fyri at sleppa undan at flyta niður aftur í næstbestu deildina, og tað spældi einki serliga av. Sogndal vitjaði í Skien, og har vóru teir á heimaliðnum einki gestablíðir ? í hvussu so er ikki á vøllinum.

Odd Greenland, sum í fjør var norskur steypavinnari, vann 3?0. Teir skoraðu tvær ferðir í 1. hálvleiki ? í 5. og í 21. minutti, og tá tað restaði eitt korter staðfestu teir sannførandi heimasigurin.


Lítil stiril í

Báðir teir føroysku landsliðsspælararnir vóru ímillum teir fyrstu ellivu hjá Sogndal. Útgangsstøðan var 4?3?3. Julian Johnsson var ytstur á miðvøllinum í høgru, og Kurt Mørkøre var miðframherji. Julian og hinir á miðvøllinum og høvdu fyri tað mesta verjupartin at hugsa um. Kurt Mørkøre og hinir í álopinum høvdu millum lítið og einki at arbeiða við. Sogndal hevði eina roynd ímóti málinum, og tað var, tá bara ein lítil løta var eftir, og støðan longu var 3?0.

Fyri Sogndal var tað sera óheppið, at stjørnuspælarin hjá teimum, 20 ára gamli Tommy Øren, lá heima í Sogndal við influensu, meðan liðfelagarnir stríddust ímóti nógvu mótstøðuni í Skien.

Norsku fjølmiðlarnir vóru eirindarleysir ímóti føroyska felagnum í Noregi. Norska tíðindastovan NTB staðfesti stutt, at Sogndal var "skremmende svakt", og tíðindamaðurin hjá VG í Skien helt, at talan hevði verið um einvegis ferðslu.

Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um, at tað er neyðugt hjá Sogndal at keypa tveir spælarar, sum eru førir fyri at fara beinleiðis inn á liðið fyri at styrkja um. Undan kappingarbyrjan spurdist einki meiri burturúr hesum enn eitt sindur av práti. Tað varð sagt, at fyrstu umførini í kappingini skuldu vísa, hvar tørvurin møguliga var størstur fyri nýggjum kreftum. Nú fáa vit at síggja, um felagið beinanvegin fyri at spanderi buksurnar, ella um teir bíða fyri at finna út av, um tað vóru nervarnir, sum spældu eitt orduligt puss í fyrsta umfarinum í bestu deildini.

Komandi sunnudag skal Sogndal spæla á heimavølli ímóti Lyn. Teir spældu sunnudagin 2?2 á heimavølli ímóti SIF.


Favorittarnir taptu

Í Noregi hevur síðstu nógvu árini eingin ivi verið um, hvat fótbóltsfelag hevur verið tað fremsta. Rosenborg úr Tróndheimi hevur vunnið NM aftur og aftur, og teir hava eisini staðið seg væl í europeisku meistarakappingini.

Rosenborg verður aftur í ár mett at vera favorittur at vinna NM, og tað hevur verið roknað við, at Stabæk fór at verða størsta hóttanin ímóti Rosenborg.

Tí var tað ikki at undrast á, at norski fótbóltsheimurin var skelkaður, tá bæði hesi liðini taptu í fyrsta umfarinum í hesum kappingarárinum. Rosenborg tapti 4?3 á útivølli ímóti Viking Stavanger. Tað var óvæntað, men tað var nógv meiri óvæntað, at Stabæk á heimavølli tapti við 3?0 ímóti Tromsø.

Í norska fótbóltsheiminum halda tey, at tað hevði verið kærkomið við størri kapping og meiri spenningi í toppinum. Men hóast Rosenborg og Stabæk taptu mánadagin, so verður framvegis roknað við, at hesi bæði feløgini fara at verða tey, ið fara at røkka longst í kappingini.