Føroyska liðið í norskum fótbólti fekk eina syndarliga byrjan, tá teir sunnudagin aftur fóru í eldin eftir at hava hildið frí í tvær vikur.
Sogndal spældi á útivølli móti Hønefoss, sum er næstniðast á støðutalvuni. Hønefoss vann 2?0, og sunnukvøldið rannsakaðu teir í Sogndal seg sjálvar og spurdu, hvussu hetta kundi bera til.
En av niðurstøðunum var, at álopið er alt ov pappírskent, tá Kurt Mørkøre ikki er á liðnum. Kurt Mørkøre hevur ikki fingið so ógvuliga nógv gul kort, síðani hann fór til Noregs at spæla. Men nú hevði hann savnað sær so mikið á kontoina, at hann ikki slapp at spæla við, og tað merktist væl á framrættaða avrikinum:
? Vit vóru alt ov tunnir í álopspartinum. Vit høvdu so at siga ongar royndir móti málinum, og so ber ikki til at vinna. Um vit høvdu havt Kurt Mørkøre í álopinum, so høvdu vit ivaleyst havt skorað eitt mál, og so hevði tað beinanvegin sæð heilt øðrvísi út. Kurt er sera populerur í Sogndal. Teir halda, at hann er eitt tað besta keypið, sum teir nakrantíð hava gjørt.
Tað er Hans Fróði Hansen, sum er í hinum endanum. Hann var í miðverjuni allar 90 minuttirnar, og Julian Johnsson stríddist á miðvøllinum. Í VG fær Hans Fróði eitt trý tal fyri sítt avrik, og Julian fær eitt fimm tal fyri sítt avrik. Men sambært Hans Fróða, so var einasti glottin, sum illa nøgdi venjarin dugdi at síggja, verjuspælið:
? Hóast hinir skoraðu eftir eitt korter og aftur eftir 77 minuttir, so segði venjarin seg vera frægast nøgdan við tað, sum vit í verjuni gjørdu. Eg haldi, at Julian arbeiddi nógv, men tað er sera torført at vera miðvallarspælari, tá tað verður sparkað so nógv og spælt so lítið. Vit hava gingið at vita, at bólturin skal fram beinanvegin, og tað er sera sjáldan, at eg spæli bóltin og ikki sparki hann. Tað er ikki serliga hugaligt.
Hans Fróði heldur, at avrikið sm heild var ússaligt, og hann velur at halda, at talan var um ein kollektivan off day, sum hann tekur til.
Strevið
Bæði í fyrradagin og í gjár var av besta veðrið í Noregi. Sólin skein oman og niðan, og tað var heitt í veðrinum. Í gjár vandu teir í Sogndal bæði fyrrapartin og seinnapartin.
? Vit koyra í bussi til allar útidystirnar. Teinarnir eru langir, og tað er ikki serliga motiverandi at sita í nogvum hita at sita í einum bussi í nógvar tímar, áðrenn tú skal spæla. Sum dømi um hetta kann ev nevna, at sunnudagin spældu vit klokkan seks á útivølli. Vit ferðaðust í bussi í seks tímar, og vit komu ikki til satdion fyrrenn trý korter, áðrenn vit skuldu spæla. Tað eru ikki optimalar umstøður at fyrireika seg undir, heldur Hans Fróði Hansen. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann og Julian Johnsson og hinir í Sogndal sótu í tólv tímar í bussi sunnudagin ? og teir taptu 2?0.
Tað horyir við til søguna, at Hønefoss hevur skift venjara í summar. Lars Tjørnås, sum er kendur í felagnum, hevur fingið ábyrgdina. Hann er komin aftur úr Wimbledon, har hann var hjálparvenjari hjá Egil Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjaranum, sum fekk sekkin fyrr í summar.
Í norskum fjølmiðlum verður sagt, at Hønefoss var sera ágangandi, og at teir tóktust hava fingið nakað av sjálvsálitinum aftur.
Sogndal er á fimta plássi í næstbestu deildini. Teir hava 23 stig. Hønefoss er næstaftast við 12 stigum. Flestu liðini hava spælt fjúrtan dystir, men Sogndal hevur spælt trettan dystir.
? Nú skulu vit spæla tvær ferðir á heimavølli. Tað er hugaligari, enn at ferðast langt til útidystirnar. Komandi sunnudag verður tað strevið, sjálvt um vit skulu spæla á heimavølli. Tá fá vit vitjan av Lyn. Teir eru oddalið. Í Sogndal verður framvegis tosað um uppflyting, og vit hava framvegis møguleikan. Um hann skal gerast veruleiki, so er tað neyðugt, at vit vinna sunnudagin, staðfestir Hans Fróði Hansen, sum kennir seg inni afture í hitanum, eftir at hann undan stutta summarsteðginum var á beinkinum og onkuntíð spældi á næstbesta liðnum.
Sunnudagin verður Kurt Mørkøre í álopinum hjá Sogndal, og so fæst at síggja, um toppskjúttin í næstbestu norsku deildini aftur fer at gera um seg.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.










