Sunnudagin varð fyrsta umfarið í næstbestu norsku deildini á skránni. Út frá einum føroyskum sjónarmiði er áhugin fyri hesi deildini sjálvsagt tengdur at, at tríggir føroyskir landsliðsspælarar eru partur av liðnum hjá Sogndal.
Føroyska liðið legði fyri á heimavølli móti L/F Hønefoss. Úrslitið var 1?1, eftir at Sogndal hevði verið á odda 1?0 í 1. hálvleiki.
Í síðstu viku luttóku Julian Johnsson og Kurt Mørkøre ikki í venjingini fyrrenn hóskvøldið, men alíkavæl vóru báðir á liðnum sunnudagin.
Vit søgdu í síðstu viku, at í fimtan venjingardystum hevði Kurt Mørkøre skorað tíggju mál. Tað er einki at undrast á, at teir í Sogndal hava stórt álit á føroyska landsliðsmanninum sum málskjútta.
Men í fyrstu royndini at leggja lunnar undir uppflytingina, sum teir í Sogndal so ógvuliga fegnir vilja hava til høldar í ár, eydnaðist tað ikki hjá Kurt Mørkøre at skora. Heilt sørur var hann kortini ikki, tí hann var við í uppspælinum til málið.
Longu í annað kvøld skal Sogndal aftur í eldin. Tá er annað umfarið í næstbestu norsku deildini á skránni. Sogndal skal spæla á útivølli móti Lyn. Hetta liðið taldist í fjør ímillum kappingarneytarnar hjá Sogndal í stríðnum um at vinna eitt pláss í bestu deildini.
Hans Fróði Hansen er triðji føroyski landsliðsmaðurin í Sogndal. Vit hava áður sagt, at hann var so óheppin fyri einum mánaði síðani at bróta óstbeinið fyri aðru ferð í ár og fyri triðju ferð í alt. Hans Fróði hevur verið í Føroyum, har teir hava sett brotið samanaftur. Men hann er ikki farin undir aftur venjingina í Sogndal, so tað er lítið sannlíkt, at hann verður nakað serligt við hesu megin summarsteðgin.
jh