Noreg
Eftir øllum at døma verður Sogndal skjótt uttan føroyingar, eftir at talan var um ikki færri enn tríggjar leikarar fyri bert einum ári síðani.
Í vetur fór Hans Fróði Hansen heim til Føroya, Julian Johnsson skiftir um eina viku til enska Hull, og Kurt Mørkøre hevur fingið frítt at fara frá felagnum, har hann í fjør varð nærum forgudaður av áskoðarunum.
Metsigur
Hetta vikuskiftið var seinasti dysturin, sum Julian Johnsson kundi leika við felagnum, men hann taldist als ikki millum menningar á dómaraseðlinum, tá farast skuldi í holt við dystin móti Strømsgodset. Tað gjørdi Kurt Mørkøre heldur ikki, men saman kundu teir síggja Sogndal vinna størsta sigurin, sum felagið nakran tíð hevur vunnið í bestu norsku deildini.
Endaliga úrslitið gjørdist heili 5-0, og við sigrinum lyfti Sogndal seg væl og virðiliga leyst av niðurflytingarvandanu.
Longu í fyrsta minutti løgdu teir í Sogndal fyri, og eftir 3-0 í steðginum varð sigurin sligin so rimmar fastur í seinna hálvleiki.
Ananrs mistu bæði oddaliðini, Viking og Rosenborg, stig hetta vikuskiftið, og ikki minst er tað óvæntað, at vanliga suverenu Rosenborg longu hava roynt at tapt tvær reisur hetta kappingarárið.