Sofus í Smiðjuni

Ein av okkara virknu listamonnum er Sofus Poulsen. Fyri stuttum hevði hann forvitnisliga framsýning við oljumálningum. Nú sýnir hann fram akvarell og pastellmyndir og leitar aftur til tað grundleggjandi innan tekning

Í hesum døgum sýnir listamaðurin Sofus Poulsen fram í Smiðjuni í Lítluvík. Ikki er langt síðani, at Sofus vísti spennandi oljumálningar. Hesaferð er talan um akvarel og pastel og motivini eru nýggj. Alt er nýtt tilfar, elsta myndin er frá marsmánað í ár.

Við hesum verkum leitar Sofus aftur til tað grundleggjandi inan tekning. Sýningin er opin allar dagar frá klokkan 16 til 20 og Sofus sýnir fram til 21. juli.