Klokkan 20 í kvøld verður kvøldseta í Eydnuni á Oyrarbakka, har Sofus D. Johannesen, bygdarráðslimur í Sunda kommunu setir mentanarvikuna.
Hetta er triðja árið, at Sunda komuna skipar fyri mentunarviku.
Høvuðsendamálið við vikuni er at varpa ljós á mentan í breiðum týdningi, men eitt annað endamál, ið eisini vigar tungt, er at hava hesi mentunartiltøk so nógva staðni sum gjørligt helst í hvørjari bygd í kommununi, sigur Sofus D. Johannesen.
Hann sigur, at kommunan hevur boðið ymsum felagsskapum við at skipa fyri tiltøkum, t. d. bygdarfeløgum, ítróttarfeløgum, kirkjunum, stovnum og øðrum.
Fleiri av hesum hava tikið av, men kommunan kundi hugsað sær størri áhuga haðani, so man fekk fjølbroyttari skrá, men kanska verður hetta betri næsta ár.
Hóast tiltøkini ikki eru so mong í tali, sum onkrar aðrar kommunur hava, so eru tey fjølbroytt og áhugaverd. Her eru bæði tónleikur, kvøldseta, fyrilestrar, framsýning, dansur og nógv annað. Allir aldursbólkar kunnu finna tiløtk, sum eru áhugaverd fyri tey, og tiltøkini eru rímuliga væl spjadd millum bygdirnar, sigur Sofus D. Johannesen.
Alment verður mentunarvikan sett í Eydnuni í kvøld klokakn 20, har m. a. virðislønir í samband við urtagarðskapping, sum kommunan hevur skipað fyri í summar, verða latnar, eins og ein heiðursgáva verður latin fyri mentunaravrik.
Mentunarvikan byrjaði í gjár og endar leygardagin 22. september 2012.