Sofus rann 80 kilometrar leygardagin

Meðan eini 20 føroyingar vóru í Keypmannahavn og runnu Copenhagen Marathon um vikuskiftið, var Sofus Poulsen farin til Noregs at luttaka í Oslo Ecotrail, ein kapping, sum er væl meiri krevjandi enn eitt maraton.

 

Sofus Poulsen úr Frælsi er hvørki ræddur fyri avbjóðandi náttúru og ei heldur fyri svimlandi kilometurtølum. Oslo Ecotrail er ein harður og krevjandi túrur uppá 80 kilometrar, men hann hevur áður prógvað, at hann megnar hesar heilt longu teinarnar, millum annað tá hann rann “Fyr til Fyr” á Bornholm í fjør.

 

Fif.fo skrivar, at heldur ikki hesaferð var nakar slingur í valsinum. Sofus kom á mál í øllum góðum, eftir at hava runnið sín higartil longsta tein.

 

- So er bara spurningurin. Hvat verður tað næsta? Tí hetta slagið av menniskjum vilja altíð hava eina aðra nýggja, og helst uppaftur meira krevjavndi avbjóðing, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar.