Nýggjur stjóri
Nevndin í felagnum, sum eigur stóra pelagiska virkið í Kollafirði, Kollafjord Pelagic, hevur sett Sofus Poulsen, sum nýggjan stjóra á virkinum eftir Johan Dahl.
Sofus er stjóri á Rækjuvirkinum á Oyri, har hann hevur sína uppsagnartíð. Væntrandi byrjar hann í nýggja starvinum tíðliga í komandi ári.
Anfinn Olsen er nevndarlimur í felagnum, sum eigur virkið í Kollafirði, og hann váttar, at nevndin hevur avgjørt at seta Sofus í stjórastarvið.
Sosialurin royndi at fáa orð á Sofus í gjár, men tað eydnaðist okkum ikki.
Byrjar aftur
P/F Faroe Estate, sum eigur Kollafjord Pelagic, varð endurstovnað í august í ár. Sáttmálar um útvegan av nýggjum frystiútbúnaði og tillagingum av framleiðsluútbúnaðinum eru gjørdir, og arbeiðið at lata virkið í Kollafirði uppaftur er í gongd.
Ætlandi verður felagið klárt at fara undir framleiðslu aftur um árskiftið.
Johan Dahl, sum í dag er stjóri í felagnum, hevur biðið um at verða loystur úr starvi, 1. januar komandi ár ? ella so skjótt, sum felagið hevur funnið nýggjan stjóra.
Nýggi maðurin í stjórastarvinum verður so Sofus Poulsen.