Sofus og Leila heiðrað í Miðlahúsinum

Fitt av fólki hevði leitað sær í Miðlahúsið í Vágsbotni fríggjadagin, tá lesarar hjá Sosialinum og ein dómsnevnd kjósaðu ársins kvinnu og ársins mann í Føroyum 2005. Nógv varð gjørt burtur úr fyri at gera løtuna bæði hátíðarliga, virðiliga og hugnaliga. Tað var tí eisini serstakur hátíðardámur, tá Monica Stauss og Dánjal Eysturstein løgdu fyri at spæla á klaveri og violin til hesa stóru løtu, ið Sosialurin og Miðlahúsið fyri fyrstu ferð skipaðu fyri. Hóast uppskotini, sum komu inn frá lesarum, vórðu mong og fjølbroytt. so var valið kortini ikki torført. Og valið fall nevniliga á tveir slóðbrótarar, hvør á sínum øki. Valið fall á Leilu Solmunde fyri hennara arbeiði í MBF og Sofus Olsen fyri Listasavnið á Sandi

Ársins maður og kvinna


.

Tað var Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri, sum handaði heiðursbrøvini umframt ein Føroya Banka kekk til hvønn av teimum uppá 5000 kr. Hann helt fyri, hvussu týdningarmikið tað er at kunna geva fólki, sum hava gingið á odda og gjørt nakað gott fyri eina ávísa søk, eitt herðaklapp og meira enn tað, nevniliga heiðurin at vera kosin ársins kvinna og maður. Eftir tað handaði 7 ára gamla Debora, dóttir Monicu, ílætin føroyskum búna teimum báðum vakurt blómutyssi.

Eftir handaninar takkaðu tey bæði fyri heiðurin. Leila Solmunde segði, at hesin heiður var ikki bara til sín men til øll tey, sum arbeiða fyri at betra um korini hjá teimum brekaðu í Føroyum. Sofus Olsen takkaði somuleiðis.

Eisini landsstýrismenninir í mentamálum og heilsu- og almannamálum vórðu til steðar og takkaðu teimum báðum slóðbrótarunum fyri teirra arbeiði ávikavist teimum brekaðu og listini til frama.