Sofus málar tað atmosferiska

- Mær líkar í løtuni ikki at mála ting og motiv, sum eru forútsigilig, men meira tað atmosferiska, sigur Sofus D. Poulsen.

Sofus D. Poulsen, sum í nógv ár hevur fingist við listarligt arbeiði, læt í dag upp forvitnisliga listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er ikki fyrsta framsýningin hjá honum, hvørki í Føroyum, ei heldur í Danmark, har hann seinnu árini hevur búð.

 

Sjálvur sigur Sofus, at nú gongur helst ein tíð, til hann kemur heimaftur til Føroya at sýna fram, men fólk, sum hava áhuga fyri hansara list, kunnu hyggja inn á gólvið í Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsensgøtu í Havn, har nøkur av hansara listaverkum eru.

 

Listin hjá Sofusi D. Poulsen hongur eisini í Danmark, og eitt nú hevur Gallarí St. Gertrud í Keypmannahavn, sum hevur gjørt nógv fyri at seta fokus á føroyska list, verk hjá honum, umframt at listaverk eisini eru á øðrum listaskálum, eitt nú í Ålborg.

 

Í samband við framsýningina, sum læt upp í dag, verður leygardagin klokkan 15 eitt tónleikaevnt í Smiðjuni í Lítluvík við tónleiki og sangi, og framsýningin verður opin til sunnukvøldið um 18-tíðina - ella so leingi, sum fólk eru á gátt.

 

- Málningarnir, sum eg havi við á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík hesaferð, eru nýggir, og teir eru málaðir við ávikavist akryl og oljumáling. Flestu motiv eru úr føroyska bygda-og oyggjalagnum, náttúruni og veðurlagnum.

 

Sofus D. Poulsen sigur, at nakrir av málningunum fara abstrakta vegin - ella vit kunnu siga, at onkrir eru "semiabstraktir", sum hann tekur til.

 

- Mær dámar best at mála hugamyndir og í minni mun tað, sum eg síggi beint í løtuni. Eg máli tað, eg minnist, og soleiðis gerast málningarnir eftir mínum tykki meira atmosferiskir og lýsa hugarenslið.

 

Honum dámar, at motivini eru øðrvísi, og soleiðis eigur hann nógvar skitsutekningar, sum hann hevur gjørt ymsastaðni kring landið. Honum líkar ikki í løtuni at mála ting og motiv, sum eru forútsigilig, men meira hugarenslið, sum er, tá hann velur litirnar og strýkur pensilin eftir løriftinum.

 

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík verður opin soleiðis: Í dag, hósdagin (12- 18), í morgin, fríggjadagin (12-18), leygardagin (10-18) og sunnudagin (14-18).