Sofía Purkhús: Samanhaldið er styrkt

Kakkelakkar og vánaligar umstøður eru nakrar av avbjóðinginum, sum kvinnurnar á flogbóltslandsliðnum hava verið fyri, men tað hevur bara styrkt samanhaldið.

 

Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum vann í gjár fyrsta dystin á oyggjaleikunum á Bermuda. Tær vunnu 25-8, 15-16 og 25-10 á Grønlandi. Hóast sigurin sá nakað lættur út, so vóru føroyskur spælararnir fegnir um at tað gekk so væl.

 

-       Vit eru ordiliga glaðar. Vit hava vant í hesi høllini í gjár og fyrradagin. Tað gekk ikki væl, so vit høvdu ongar vónir, sigur Sofía Purkhús.

 

Virkaði høvðusvenjarin, Bartal Eliasen, gjørdi nógvar skiftingar á liðnum, men tað ávirkaði ikki spælið sambært Sofíu Purkhús.

 

-       Vit skifta allar spælararnar í dag og prógva, at vit hava ein breiðan hóp, tí allar klára seg væl. Ikki ein tann einasta stendur seg verri enn hinar, sigur Sofía Purkhús.

 

Nógv hevur verið tosað um umstøðurnar hjá kvinnunum. Sofía Purkhús váttar, at tað eru kakkelakkar at finna á skúlanum, sum tær húsast í, men tað er nú ikki bara so gali.

 

Ja, har eru kakelakkar, men vit hava fingið at vita, at teir eru ikki so vandamiklir, so tað ger einki. Vit búgva allar í eini skúlastovu og tað hevur styrkt samanhaldið á liðnum, sigur ein smílandi Sofía Purkhús um heldur ivasomu búðstaðarviðurskiftini hjá flogbóltskvinnunum.

 

-       Vit fara eftir gullinum. Tað er tí vit eru við, sigur Sofía Purkhús at enda.

 

Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum skal í dag klokkan 14 spæla móti Guernsey.