Frederiksberg Volly, við Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen á liðnum, vann í gjár 3-0 á Lyngby og er víðari til hálvfinaluna í landskappingini. Frederiksberg hevur vunnið tvær ferðir 3-0 á Lyngby og skal nú møta Brøndby í hálvfinaluni.
- Tað er sama søga sum seinast. Vit spældu væl. Kontrollera og avslappað spæl, og fóru ongantíð í panik. Í mun til seinsta dyst, so komu vit betri frá byrjan í hvørjum setti, og hildu munin allan vegin, sigur Birgit Guttesen og leggur afturat, at venjarin var væl nøgdur við avrikið.
Í hálvfinaluni verður spælt best av fimm. Frederiksberg megnaði í hálvfinaluni í steypakappingini at vinna á júst Brøndby.
- Nú eru vit bara ordiliga spentar uppá dystirnar móti Brøndby. Vit hava vunnið á teimum tvær í ár, men tær hava verið nummar eitt ella tvey alt árið, so tær hava nógv at verja og kempa fyri. Tað verða í øllum førum nakrir harðir dystir, sigur Sofía Purkhús.
Fysti dysturin í hálvfinaluni verður hósdagin.