Sofía á palli saman við Ghitu Nørby

Unga føroyska sjónleikarkvinna, Sofía Nolsøe, skal í februar á pall í Danmark saman við stórum donskum sjónleikarastjørnum sum Ghitu Nørby, Preben Kristensen, Waage Sandø og Nikolaj Kopernikus

Unga føroyska sjónleikarkvinna, Sofía Nolsøe, skal í februar á pall í Danmark saman við stórum donskum sjónleikarastjørnum sum Ghitu Nørby, Preben Kristensen, Waage Sandø og Nikolaj Kopernikus.

 

Í »Mentan« í vikuskiftis Sosialinum hevur Vár Berghamar Jacobsen eina áhugaverda samrøðu við ungu sjónleikarkvinnuna, sum sigur seg spæla sær við yrkið at lýsa menniskju.

 

Siðani Sofia varð liðug við útbúgvingina sum sjónleikari í 2011, hevur hon havt eitt ávíst tilknýti til Folketeatret í Keypmannahavn, og stjórin hevur nýliga ringt aftur til Sofíu fyri at bjóða henni leiklutin sum Ester í leikinum “Indenfor Murene”.

 

Les meira um leikin VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Longu nú eru plakatir at síggja runt um í býnum við hesum teksti:

 

»Stjernebesætning: Ghita Nørby, Preben Kristensen, Waage Sandø, Nikolaj Kopernikus og Sofía Nolsøe«.

 

– Øll hini eru mega kend, men eingin kennir meg, sigur Sofía Nolsøe í samrøðuni í Mentan í Sosialinum, nú hennara navn telist millum hesi sera vælkendu sjónleikaranøvnini í Danmark.

 

Vikuskiftis Sosialurin fæst í handlum í Havn í kvøld og kring landið í morgin.