Sofalív í telduvík

Seinastu mánaðirnar hevur 17 ára gamli Jákup sitið á kamarinum og spælt teldu. Tá hann also ikki er úti við vinmonnunum og drekkur øl. Dagur er nátt, og nátt er dagur.

Rigmor Dam,
valevni Javnaðarfloksins
www.rigmor.fo
rigmor.fo/images/sofaliv.jpg


Hann fór úr 10. flokki og ætlaði at finna arbeiði, men higartil hava allar royndir verið til fánýtis.

Tí má mamman, sum er einsamøll við honum, punga út, hvørja fer hann skal hava pengar til ein býtúr, talutíð ella bara ein burgara. Men hon hevur hvørki hug ella ráð til hetta longur. Og slett ikki nú, seinasta bragdið hjá soninum var, at hann og nakrir vinmenn rændu eina kiosk eftir siggarettum.

Sjálvur kundi Jákup hugsað sær at farið niður komandi ár - ella kanska okkurt annað. Hann veit ikki ordiliga. Tí Jákup hevur longu mist álitið á seg sjálvan, og vónina um, at brúk er fyri honum. Og mamman fær onki gjørt.


Max ein mánað arbeiðsleys

Vit eiga at seta okkum sum mál, at ung, arbeiðsleys skulu út og í gongd við okkurt meiningsfult, í seinasta lagi ein mánað eftir, at tey eru vorðin arbeiðsleys. Og hetta má setast í verk beinanvegin!

Meiningsfult tilboð kundi verið útbúgving, starv, starvsvenjing, skeið, háskúlaskeið, samfelagstænasta ella annað.

Vit í Javnaðarflokkinum vilja virka fyri eini ungsóms- og lestrarávísing, har hin ungi, saman við kønum ráðgevum, leggur eina ætlan fyri komandi tíðina.



Varandi arr

Tað hevur leingi verið ynskiligt at savna ymsar arbeiðsmarknaðarstovnar, so sum ALS, barsilsgrunn, samhaldsfasta og gerðarættin, í einum arbeiðsmarknaðardepli. Vit skjóta upp, at hesin eisini hevur eina ungdómsávísing fyri ung arbeiðsleys, umframt ein arbeiðsmarknaðarútbúgvingargrunn til umskúling av vaksnum ófaklærdum. Hesin seinni skal fíggjast við ávísum prosentparti av tilfeingisgjaldinum.

Tí, sum sagt varð í einum stak óítøkiligum áliti um ungdómsarbeiðsloysi herfyri:

"Fylgjurnar av arbeiðsloysi fyri ung kunnu við myndamáli lýsast soleiðis, at meðan vaksin fáa skursl og blá merki, so fáa ung varandi arr".

Og tað hava vit ikki ráð til, tí vit hava brúk fyri hvørjum knokki og hvørjari sál at byggja hetta land!