Seinni í summar skal flogbóltslandsliðsspælarin, Sofía Purkhús, giftast við KÍ spælaranun, Dion Splidt. Hóast tað eru tvær vikur til brúdleypið, so er Sofía Purkhús við flogbóltslandsliðnum til EM kapping í Luksemborg – og hugsaði ongantíð um at geva avboð.
Stroyming: (Føroyar - Luksemborg klokkan 18 - trýst HER)
- Nei, eg umhugsaði ongantíð at geva avboð, tí eg raðfesti landsliðið høgt, og eg hevði helst heldur ikki klárað at hildið meg burtur óansæð. Og eg eri enn glað fyri avgerðina. At fyrireika brúdleyp fyllir sjálvandi nógv í høvdinum, men eg havi roynt at hildið flogbólt og brúdleyp púra atskild - men tað er altso ikki nemt, sigur Sofía Purkhús.
Tað er ikki bara Sofía Purhús, sum skal av landsinum í ítróttarørindum, tí Dion Splidt skal spæla við KÍ í Evropa League. Hann hevur eisini stuðlað Sofíu Purkhús í avgerðini at fara til EM-kappingina.
- Hann stuðlar mær allan vegin og helt eisini sjálvur at eg sjálvandi skuldi fara. Vit hava havt eitt heilt ár at fyrirreika brúdleypið í, so akkurat hesa vikuna, kundi eg væl taka frí. Hann fer eisini sjalvur til svøríkis við KÍ alla vikuna upp til brúdleypið, so tá skal eg nokk innheinta tað eg missi, meðan eg eri burtur nú, sigur Sofía Purkhús.
Brúdleypið verður 8 .juli og tað mesta er longu komið upp á pláss, so tey bæði kunnu hugsa um ítróttin.
- Alt er so gott sum klárt nú, bara tey heilt smáu tingini eftir! Eg havi avgjørt við Dion, at eg ikki verði við til at fyrireika nakað meðan eg eri burtur, so eg kann halda fokus á flogbóltin alla tíðina. Vit hava eisini góða hjálp at heinta hja vinum og familju, so vit eru als ikki stressði um tað heila. Systir mín, Elisabeth, er eisini við sum ferðaleiðari, so hon hjálpir mær at hava høvdið á rætta stað.
Tað hevur ikki gingið eftir ætlan í kappingini, tí føroyska liðið hevur tapt tríggjar teir fyrstu dystirnir. Fjóði dysturin verður klokkan 18 í dag móti Luksemburg.