Hon hevur verið ein av bestu spælarunum í donskum flogbólti seinastu árini, men seinni í ár verður hon aftur at síggja í barndómsfelagnum, skrivar Norðlýsið.
Hon hevur nú skrivað undir sáttmála við Mjølnir, har hon skal vera leikandi venjari hjá besta kvinnuliðnum.
Sambært Norðlýsinum hevur Mjølnir havt eitt ungt lið í menning seinastu árini og spennandi verður at síggja, um Sofía Purkhús Splidt kann lyfta felagið upp á ovastu rók.
Á yngri árum spældi Sofía Purkhús Splidt eisini fótbólt við KÍ. Sambært Faroesoccer hevur hon síðani 2008 spælt 118 dystir og skorað 115 mál. Í landskappingini er tað 88 dystir og 93 mál, í steypakappingini 16 dystir og 11 mál og í Champions League 14 dystir og 11 mál. Seinasti skrásetti dystur hennara er í 2015. Enn er tó óvist, um hon fer at lata seg í gaggurnar aftur.
Í mars í fjør varð hon kosin ársins spælari í Danmark, so hetta er eyðsæð ein stórur fongur Mjølnir. Herfyri giftist hon við Dion Splidt, sum spælir við KÍ, og hava tey valt at búseta seg í Klaksvík.