Sofía Purkhús heiðrað sum besti áleypari

 

Um vikuskiftið hevur EM-kappingin fyri smærri flogbóltstjóðir verið í Coque í Luksemborg - “Small Countries Association Championship in Luksemburg”.

Sofía Purkhús Splidt, sum spælir á føroyska kvinnulandsliðnum, fekk heiðurin sum besti áleypari. Her sæst mynd, sum Flogbóltssambandið hevur tikið:

##med2##

Londini, sum luttóku, vóru Føroyar, Luksemborg, Skotland, Grønland, Norður Írland og Írland.

Vinnarin av kappingini gjørdist vertstjóðin Luksemborg. Nummar 2 gjørdist Skotland og nummar 3 gjørdist Føroyar.