Siðvenja er, at tá virknir limir í Føroya Sílaveiðufelag hava fylt 80 ár, verða teir heiðraðir av felgnum og fáa frían limaskap og frítt at fiska hjá felagnum.
"Vit í felagnum, sum nýta møguleikan at fiska við Leynavatn, gleða okkum til aftur í summar at fiska saman við Sofíu, og síggja hvussu hon gleðist í hesum frítíðarítrivi. Vit ynskja henni nógv góð ár afturat við tráuni og alt tað besta í framtíðini", sigur Johan Svensson, formaður í Føroya Sílaveiðufelag.