Í hesum sambandi vilja ommu- og langommubørn tíni nýta høvið at takka fyri alt tú er og hevur verið fyri okkum. Altíð hevur tú verið festlig og jalig. Vit vilja takka fyri nógvar góðar løtur; útferðir, fiskitúrar við báti og við tráðu, døgverða- og náttverðabitar og nógvar góðar og gevandi løtur í Frelsunarherinum, og fyri okkara frístað á Grønlandsv. 19.
Føðingardagur verður hildin í Frelsunarherinum, Tórsgøtu 19, sunnudagin 5. juli.millum kl.12-18. Vit ynskja tær eitt gott føðingardagshald, og Harrans signing yvir framtíð tíni.
Enn einaferð - takk fyri alt ”Laksadrotning”:o) og heimsins besta omma og langomma.
Vit elska teg!