Sofía bjargaði bronsuna

Sofía Purkhús gekk á odda, tá Amager VK í kvøld vann bronsu annað ár á rað í bestu flogbóltsdeildini í Danmark

 

Amager VK var undan dystinum favorittur at endurvinna bronsuna í donsku flogbóltskappingini í kapping við Køge. Men Køge vann tann fyrsta dystin 3-0, sum var á heimavølli, og høvdu tær tí dystarbólt undan dystinum í dag.

 

Kvinnurnar frá Køge komu eisini best frá byrjan og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-17 og 25-22.

 

Men tað var eitt fullkomuliga hamskift Amager VK lið, sum kom út á vøllin í triðja setti.

 

Og sjálvandi var tað Sofía Purkhús, sum saman við Thit Bak, sum gingu á odda í triðja setti. Danskir miðlar rósa Sofíu fyri hennara avrik í dag, sum var við til at tryggja Amager VK trý tey næstu settini við úrslitinum 25-12, 25-20 og 15-9 og harvið sigurin upp á 3-2.

 

Sostatt varð neyðugt við einum Gull-setti, fyri at avgera hvør skuldi vinna bronsuna.

 

Tá komu royndirnar hjá Sofíu og teimum frá síðsta ár til góðar, tí tá vunnu tær eisini 3. plássiðí donsku flogbóltskappingini.

Liðini bardust um hvønn bólt í Gull-settinum, men endin var at Amager VK vann settið 25-21.

 

Bronsudystur, kvinnur

Køge vs Amager: 3-0 (30-28, 25-22, 25-19)
Amager vs Køge: 3-2 (17-25, 22-25, 25-12, 25-20, 15-9) – Golden Set: 25-21