Danski úttanríkisráðharrin Villy Søvndal kemur til Føroya í dag á árligu arbeiðsvitjanina.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann. Á skránni fyri fundin er m.a. sildatrætan og handilstiltøkini hjá ES, umframt Arktiska Ráðið og ynski um føroyskan limaskap heimshandilsfelagsskapinum, WT.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd. Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsdagin 27. august.